Lýsingar



Føroyskir sjómenn og føroysk skipaáhugaði hava í nøkur ár haft ein portal sum tíðindi og myndir koma inn á.

Sjómenninir eru glaðir fyri portalin og nógvir vitja hvønn dag. Tað er ein størri og størri brúkaraskari sum vitjar hendan portalin.


Søgan
Skipsportalurin, sum hann eitur, er vorðin alt meira kendur síðani teir tríggir, Kiran Jóanesarson, Bárður Michaelsen og Sverri Egholm stovnaðu hann í desembur 2007.

Tá vóru tað nakrir smádreingir sum keddu seg eitt kvøldið og settu portalin á stovn. Í dag er meira enn helvtin av teimum trimum yvir 18 ár, og hetta gevur alt meira møguleikar.

Skipini.fo hevur ment seg frá at vera ein heimasíða við 30 brúkarum um dagin til at hava upp til 1000 brúkarar um dagin. Hetta eru teir tríggir sera væl nøgdir við.


Góður lýsingamøguleiki
Av tí at ein so stórur partur av okkara sjómonnum og skipaáhugaðum ganga sína dagligu gongd á www.skipini.fo gerst heimasíðan ein sera góður lýsingarmøguleiki. Og nú er nemliga møguleiki at røkka heilt út til sínar kundar á sjónum.


Prísir
Men Skipsportalurin er ikki bert ein góður lýsingamøguleiki, tað er eisini sera bíligt at lýsa til brúkaraskaran á Skipini.fo.

Prísyvirlit fæst við at venda sær til Dávid á Hvítanesi. Upplýsingar eru á høgrusíðu.


<< Aftur til www.skipini.fo





Bílegg lýsing


Dávid á Hvítanesi

Sølumaður

tel. 50 91 74
david@skipini.fo 



Hagtøl